Frítíðarvirksemi

Í Vestmanna er eitt fjøltáttað frítíðarlív, bæði fyri børn, vaksin og tilkomin.

Umframt musikkskúla, kvøldskúla og ítrótt, sum til ber at lesa um undir øðrum teigum í Mentan og frítíð, eru ríkir møguleikar til at nýta frítíðina bæði til tiltøk og virksemi, sum einstaklingar og áhugabólkar skipa fyri.
Av lokalum áhugabólkum kunnu nevnast:

Vestmanna Hornorkestur
Kontaktpersónur: Atli K. Petersen, tlf. 286603.

Vestmanna Sangkór
Kontaktpersónur: Elsa Haldansen, tlf. 724409.

Vestmanna Kirkjukór
Kontaktpersónur: Erla Olsen, tlf. 424192.

Dagtilhaldið
Dagtilhaldið í Vestmanna hittist hvønn mikudag í Sýslumanshúsunum frá kl. 14.30-17.30.
Kontaktpersonur: Ásla Friis, tlf. 724418.

Eldrafelagið Vesturskin
Pensjónistafelagið í Vestmanna hittist 1. mánakvøld í hvørjum mánað í Sýslumanshúsunum til hugnaliga samveru.
Kontaktpersónur: Jákup Hummeland, tlf. 424102 og 250443

Venjingar fyri heimabúgvandi pensjónistar
Skipað verður fyri felagsvenjingum fyri pensjónistar í Vestmanna og Kvívíkar Kommunum. VEKS stendur fyri venjingunum.
Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkivenjingar.
Endamálið er at økja um vælveruna hjá tí einstaka, so at borgarin so leingi, sum til ber, verður sjálvhjálpin bæði heima og úti.
Vant verður á Heiminum á Grønanesi hvønn týsdag og fríggjadag kl. 14 - 15. Bussur koyrir til og frá venjingunum.
Kontaktpersónur: Andras Nolsøe, Fysioterapeutur. Telefon: 793204.