BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Frystigoymsla Undir Holsmbakka

Flest øll hava helst lagt merki til, at stórt virksemi hevur verið Undir Holmsbakka hesa seinastu tíðina, og kanska tey flestu vita, at hetta er tí, at frystigoymsla skal byggjast á økinum.

Tað eru eigararnir av Vestmanna Fiskavirki, sum hava tikið stig til at byggja frystigoymsluna, og leikluturin hjá kommununi í hesum sambandi er at gera økið byggibúgvið.

Frystiorkan verður 60-70 tons um døgnið og frystigoymslan, sum ætlandi skal standa liðug um ársskiftið, skal kunna goyma 1500 tons.

Tekningar av fyrstigoymsluni kunnu síggjast sum pdf-skjøl við at klikkja á leinkjurnar her niðanfyri:

Frystigoymsla-planur

Frystigoymsla-síðumyndir

Frystigoymsla-støðumynd