Fundur um skúlastýrisvalið 2016

25.10.2016

Myndina eigur Vestmanna Skúli




Myndina eigur Vestmanna Skúli

Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval 8. november í ár. Valið fer fram í forhøllini til ítróttarhøllina týsdagin 8. november 2016 kl. 10.00 – 20.00. 

Veljast skulu 3 foreldraumboð í skúlastýrið fyri Vestmanna Skúla.
Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleika yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan.
Vallistin liggur frammi á Kommunuskrivstovuni frá týsdegnum 18. oktober til 1. november 2016.
Uppskot um valevni skulu vera nevndarformanninum (Maud Poulsen maud@vestmanna.fo) ella Kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18 tann 1. november 2016.

Mikukvøldið 26. oktober 2016 kl. 20.00 verður uppstillingarfundur í Miðhøllini

Greitt verður frá um skúlastýrisvalið
Umboð fyri skúlastýrið greiðir frá skúlastýrisarbeiðnum hesa setuna

Eisini er uppstilling til skúlastýrisvalið á skránni.

Valnevndin