Fýra stjørnur á pall í Vestmanna

21.01.2011

Leygarkvøldið 26. mars fara fýra av kendastu songkvinnum, sum Føroyar hava fostrað, á pall í Vestmanna.

Nicolina á Kamarinum byrjaði blaðung at syngja seg inn í hjørtuni hjá føroyingum tíðliga í fimtiárunum í dansistøðum kring oyggjarnar. Hon er enn millum okkara bestu songfuglar. Nicolina hevur egið orkestur á tiltakinum í Vestmanna.

Guðrið Hansdóttir skrivar sjálv allan sín tónleik, og hon hevur givið tvær fløgur út. Væntandi kemur nýggj fløga við henni út í summar.

Eivør Pálsdóttir er ikki einans kend her í Føroyum. Seinastu árini er hon vorðin "heimskend" bæði í Íslandi og Danmark, og í Skandinavia sum heild.

Annika Hoydal hevur verið frammi við jøvnum millumbilum. Tey, sum eru komin eitt sindur upp í árini, minnast hana frá tíðini við Harkaliðnum, men eisini síðani hevur hon javnan verið frammi við populerum fólkatónleiki, sum fellur væl í oyruni hjá øllum.

Hóast konsertin er í Ítróttarhøllini í Vestmanna, so er avmarkað nøgd av atgongumerkjum.
Atgongumerki eru at fáa í Tutl búðini, hjá eBillett.fo og hjá Magn í Vestmanna. Prísurin er einans 295 kr.