BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fýra stjørnur í Vestmanna

03.03.2011

Nú styttist til konsertina við Nicolinu á Kamarinum, Guðrið Hansdóttir, Eivør Pálsdóttir og Anniku Hoydal, sum verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 26. mars '11.
Konsertin byrjar kl. 20.30.

John Dam, fyrireikari, sigur í stuttari viðmerking, at áhugin fyri konsertini er stórur, og at longu nú eru nógv atgongumerki eru seld. So um man ynskir at vera við til størsta tónleikatiltak í Vestmanna nakrantíð, so er ikki at bíða við at keypa atgongumerki.

Áðrenn konsertina ber til at fáa ein betri bita inni á Fjørukrónni. Á matarlepanum er ein "4 stjørnu menu". Til ber at bíleggja borð á tlf. 47 15 00 ella 77 15 00.

Aftaná konsetina verður dansur á Bryggjuni við Tinganest. Hvør minnist ikki løgini Upp á tá, Annan sang, Vágagellan og Babbar?!

Í sambandi við konsertina og dansin koyrir Náttarbussurin hjá Øssuri soleiðis:

Kl. 19.00 úr Havn fráferð frá City Burger
Kl. 00.00 úr Vestmanna fráferð frá Reyða Torgi, aftaná konsertina
Kl. 00.30    úr Havn    fráferð frá City Burger
Kl. 04.00 úr Vestmanna    fráferð frá Reyða Torgi, aftaná dansin 

Atgongumerki til konsertina eru at fáa í Tutl búðini, hjá eBillett.fo og hjá Magn í Vestmanna. Prísurin er 295 kr.