BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fyrilestrar á bókasavninum

27.11.2015

Í vetur bjóðar Vestmanna bókasavn til áhugaverdar fyrilestrar, ið snúgva seg um 2.veraldarbardaga. Fyrilestrarnir eru fyri øll, teir eru ókeypis, og vara uml. 1 tíma. Høvið verður eisini at seta spurningar til fyrilestrahaldaran. 
Fyrilestrarnir byrja kl. 20.00.

Skráin er hendan:

23.11.15: Óli Breckmann: "Úr armóð til vælferð". Um Føroyar fyri, undir og eftir 2. vb.
30.11.15:Óli Breckmann: "Úr vælferð aftur í armóð". Um Føroyar eftir 2vb. fram til ártúsundaskiftið. 
07.12.15:Vagnur Streymoy: "Upptaktin til 2vb".
14.12.15: Sonne Smith: "Søga jødanna",1. partur.
04.01.16: Sonne Smith: "Søga jødanna".2. partur.
11.01.16: Vagnur Streymoy: "Deyðslegurnar í Póllandi".
18.01.16: Karl Jóhan Nielsen: "Krígsárini"
25.01.16: Mina Reinert: "Vágamentan", um lívið í Vágum fyri kríggið og um broytingar, sum hersetingin hevði við sær.
01.02.16: Vagnur Streymoy: "Kennedymorðið".
08.02.16: Gunnar Nolsøe og Albert Isfeld: "Operatión Krígsminni - ein guida ferð gjógnum føroysk krígsminnið"