BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
Fyrilestur mikukvøldið 6. sept. í Miðhøllini: Lesið fyri børnum
04.09.2017
Mikudagin 6. september kl. 19 verður spennandi almennur fyrilestur í miðhøllini í Vestmanna skúla.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum í hesum døgum bjóðar fyrilesturin “Lesið fyri børnum” út runt landið. Gitte Klein heldur fyrilesturin, sum serliga vendir sær til foreldur at næmingum í byrjanardeildini. Gitte er útbúgvin lærari og Master of Positive Psychology, eins og hon lesur sálarfrøði við Århus Universitet. Gitte hevur í fleiri ár arbeitt við lesimenning.
Bókadeildin sigur soleiðis:
“Seinastu tíðina hevur ljós verið varpað á málsligu menningina hjá børnum. Orsøkin er millum annað, at lærarar rópa varskó, tí alt fleiri børn duga betur enskt og danskt enn móðurmálið. Tað, at duga sítt egna móðurmál, er grundleggjandi, tí málið er miðilin at kunna seta orð á sínar tankar, kenslur og ynski og soleiðis at hava ávirkan á sítt egna lív. Lesing og málmenning hanga neyvt saman, og tí hevur Bókadeildin tikið stig til at varpa ljós á týdningin av, at foreldur lesa fyri og við børnum.
Innihald
Í fyrilestrinum verður millum annað komið inn á, hví tað er umráðandi, at foreldur stuðla undir lesingina alt fyri eitt, sum barnið byrjar í 1. flokki. Lesing krevur nevniliga endurtøku, um lesingin skal gerast flótandi. Greitt verður frá, hvussu heilin virkar í eini læringsgongd, og hvørja ávirkan hetta hevur á lesimenningina. Í fyrilestrinum verður eisini kjakast um, hvat foreldur kunnu gera, tá børnini ikki hava hug at lesa ella hava eina trupla byrjan. Foreldur og lærarar fáa ein amboðskassa við hugskotum til, hvussu tey eggja børnunum til at lesa. Foreldrini fáa eisini hugskot til, hvørjar bøkur tey kunnu lesa fyri børnum í hesum aldrinum.
Ein barndómur uttan bøkur, er eingin barndómur. Tað er sum at verða útihýst frá tí gandaða landinum, har tann sjáldsama gleðin finnist.
Astrid Lindgren”
Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin í miðhøllini mikudagin 6. september kl. 19.
Vestmanna Bókasavn
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)