Fyrilestur um K. O. Viderø í Vestmanna kirkju

12.03.2013

 

Í kvøld, 12. mars 2013 klokkan 20, verður fyrilestur um K. O. Viderø og ritverk hansara í Vestmanna kirkju.

Fyrilesturin snýr seg um tvídráttin millum øðrumegin at vilja vera prestur og hinumegin vilja vera frælsur rithøvundur á ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum:

– Eg lúki eygunum aftur... eg finni til einkis, eri einans á ferð - - - inn í sólina sjálva.

Tað bar sjálvsagt illa til, heilt illa, og tað mundi enda galið. Men eftir Viderø liggja sjey bind við ferðafrásagnum.

 2013

Bergur Djurhuus Hansen, sum í løtuni skrivar Ph.D.-ritgerð um K.O. Viderø, heldur fyrilesturin.