BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Gamli Skúli

12.04.2007

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 27. mars 2007 tilmæli frá Mentunarnevndini um niðurtøku av Gamla Skúla.

 

Hetta er gjørt í eini ásannan av, at bygningurin er í sera vánaligum standi, og at tað tí verður sera kostnaðarmikið at umvæla og gera bygningin brúkiligan aftur.

 

 

Bygdarráðið samtykti at taka Gamla Skúla niður, og at økið verður hampað.

 

Bygdarráðið samtykti somuleiðis at bjóða arbeiðið út.

 

 

Málningarnir eftir Jack Kampmann eru tiknir niður og umvældir. Í løtuni verður hugt eftir hóskandi stað at hanga teir uppaftur.