BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Garðdagur 2009

Garðdagurin í Gjáarlon var fríggjadagin 12. juni.

Dagurin hesuferð varð skipaður sum ein hugnadagur fyri alla familjuna. Tema'ið hendan dagin var rørslur, og fyri at seta ein serligan dám á, vóru øll børnini pyntaði sum indianarir.

Børn sum vaksin hoppaðu band, gingu á balansubummi, blikkakast. Skipað var eisini fyri sangi og sangspølum, har ið Pauli og Ingdor spældu undir.
Ársins songrødd Birita Poulsen og Rókur Johannesen framførdu nøkur løg, og Annetta Nielsen saman við næmingum á Musikkskúlanum framførdu Bukkarnar Brúsi.

Dagurin var sera væl eydnaður, og vilja vit við hesum takka øllum, sum settu sín dám á.