BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Garður í skúlanum

24.01.2006

 

Í hesum døgum verður eitt bráneyðugt arbeiði gjørt við skúlan á Kongsteigum.

Tað hevur verið kent í eina tíð, at stuðlamúrurin uppímóti golmlu hondbóltsplenuni, ikki hevur verið nóg tryggur. Hetta hevur bygdarráðið tikið í sera stóran álvara, og góðkendi á seinasta bygdarráðsfundi, eitt tilmæli frá Teknisku deild, sum segði at arbeiði hevði skund vegna trygd hjá fólki.

 

Arbeiði fer væntandi at kostað uml. 250.000 at fáa framt í verki, og er longu sett í gongd, og verður væntandi liðugt í marsmánaði.

 

Eftir at hetta arbeiði er gjørt, verður farið í gongd við at leggja graslíki á vøllin. So nógv er at gleða seg til hjá vestmannabørnum og vaksnum.