BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Gjáarlon 10 ár

29.05.2015

Nú eru longu 10 ár liðin, síðan Gjáarlon lat upp. Gjáarlon tók ímóti teimum fyrstu børnunum i desember 2004, men stovnurin hevur valt at halda føðingardaginnú ímóti sumri, tá líkindini fyri góðum veðri skuldu verið eitt sindur betur.

Í samband við føðingardagin vera tiltøk í eina heila viku. Skráin er henda:

Fríggjadagin 29. mai
Ævintýraferðin vitjar stovnin
(fyri børn og starvsfólk)

Mánadagin 1. juni
Line-dansur og felagssangur
(fyri børn og starvsfólk)

Týsdagin 2. juni
Kl 8.00 til 10.00 Foreldrakaffi á øllum stovninum
(fyri børn, foreldur og starvsfólk)

Mikudagin 3. juni
Sjónleikur, har starvsfólk leika.
(fyri børn og starvsfólk)

Hósdag 4. juni
Kl. 14.30 til 17.00 Opið hús
Vit bjóða lagkøku, skuffukøku og frukt.
Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag at halda dagin saman við okkum.