Góðu gomlu Natives á Bryggjuni

Nú verða teir aftur at hoyra. Ungu vestmannadreingirnir, sum seinast í 60-unum sungu Beatles, Hollies, Wings og Marmelade. Leygarkvøldið 12. desember spæla Natives til dans á Bryggjuni í Vestmanna.

Natives byrjaðu í 1968 við fýra blaðungum 13-ára gomlum popparum. Nakað høvdu teir lært av Thunderbirds, men mest mundu teir læra av at lurta eftir stereoljóðinum hjá eitt nú Beatles, sum kom fram júst um hetta mundið. Tí gjørdist tað eisini fyri ein stóran part løg hjá Beatles, Hollies, Marmelade og seinni Paul McCartney og Wings, teir spældu á sínum ferðum kring alt meginøkið frá 1968 til 1972.

Natives hava nakrar ferðir verið á palli seinastu árini, men hvørja ferð hevur tað verið saman við øðrum orkestrum. Á Bryggjuni leygarkvøldið eiga teir pallin fyri seg sjálvar. Teir hava vant dúgliga og fara at spæla einar 20 av gomlu slagarunum. Vit fara at hoyra teir spæla og syngja Something, Birthday og Come Together hjá Beatles, Reflections of my Life hjá Marmelade, Yes I Will hjá Hollies og Monkey Man hjá Rolling Stones. Og annars fleiri Abby Road løg, sum gjørdist eitt eyðkenni hjá Natives sammanborið við tey beatlesløgini, sum Thunderbirds sungu.

Við Natives leygarkvøldið verða Gunnar Streymoy, Kári Durhuus, Regin í Gerðinum og Tróndur Streymoy. Kvøldið verður skipað sum dansur, rúm er fyri 150 fólkum, so tað ræður um at møta í góðari tíð.