BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Gongubrúgv um Gjógvará

12.05.2015

Gongubrúgv um Gjógvará 

Í gjár vóru lærarar og næmingar frá timburdeildini á Tekniska Skúla í Klaksvík og settu upp brúnna, sum gongur yvir á fiskastykkið niðanfyri Johnsa Handil.

Kommunan hevði frammanundan gjørt avtalu við Tekniska Skúla í Klaksvík um at gera gongubrúnna. Skúlin ger hetta sum ein part av útbúgvingini hjá timburlærlingunum. Afturfyri rindar kommunan fyri tilfarið til og uppsetingina av brúnni.

Ikki kann annað sigast, enn at arbeiðið er sera væl úr hondum greitt, og Vestmanna Kommunan takkar Tekniska Skúla í Klaksvík, lærarum og næmingum fyri samstarvið. 

Arbeiðsmenn hjá kommununi høvdu frammanundan saman við maskinførara hjá Sp/f Røkt gjørt gøtu yvir til brúnna og støði til brúnna báðumegin Gjógvará.

Eftir er nú at hampa fram við gøtuni og at hampa fiskastykkið niðanfyri Johnsa Handil.