BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Gongutúrur/Pílagrímsferð til Skorastovu

02.07.2012

Leygardagin 14. juli '12 er ætlanin at fara ein gongutúr/pílagrímsferð frá Vestmanna til Skorastovu og frá Skorastovu oman í Saksunardal og við bussi aftur til Vestmanna.

Vit møta uttanfyri brandstøðina í Miðalsbrekku, í Vestmanna klokkan 08:30. Gingið verður eftir Lættugøtu, út á Háls, norð í Snædal, eftir Slættinum, niðan við Gásavatn og víðari í Skorastovu.
Ferðaleiðari á túrinum er Petur Joensen og aðrir. Við á túrinum eru eisini prestarnir Inga Poulsen Dam og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.

Túrurin er drúgvur, umleið 7-8 tímar, tí vit á túrinum hvíla okkum og prestarnir siga nøkur orð. Eisini syngja vit úr Føroya fólks sangbók og hugleiða um túrin.

Hvør luttakari hevur tað við sjálvur, sum hann ynskir at eta og drekka. Tá vit koma fram til Skorastovu, fáa vit pannukøkur og kaffi og kunnu hvíla okkum og hugleiða í hesum vakra umhvørvi.

Túrurin heimaftur gongur oman í Saksunardal, har bussur stendur fyri okkum.

Tit, sum ynskja at vera við hendan túrin, tekna tykkum við at gjalda 100 kr. í Eik banka á konto 9181- 3770097 í seinasta lagi 12. juli 2012.
Takið Føroya fólks sangbók við.
Minnist til at vera í góðum klæðum og góðum skóm.

Hava tit fleiri spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við Petur Joensen á tlf 724241.