BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Grannakaffi í Miðhøllini leygardagin 5. mars 2016

02.03.2016






Í sambandi við at Krabbameinsfelagið skipar fyri átakinum Grannakaffi, ynskja vit at bjóða øllum Vestmenningum til ein drekkamunn og eitt hugnaligt prát í Miðhøllini leygardagin 5. mars 2016 millum kl. 13 og 17.

Vit, vertirnir, bjóða ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið, og gestirnir rinda fyri drekkamunnin eftir førimuni, í trúnaði.
Allur innkomni peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið og hvør króna ger mun.

Kl. 14.00  Kirstin og Pauli framføra nakrar sangir
Kl. 15.00  Hilbert og Áki G. greiða frá um Team Rynkeby 2015
Marner og Áki framføra nakrar sangir
Kl. 16.00  Fríða Egholm, maki hjá krabbameinssjúklingi, greiðir frá

Vinarliga fyrireikararnir
Fríða, Súsanna og Maud