BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Grannakaffi í Vektarbúðini leygardagin 14. mars 2015

10.03.2015






Í sambandi við at Krabbameinsfelagið skipar fyri átakinum Grannakaffi, verða allir vestmenningar bodnir til ein drekkamunn og eitt hugnaligt prát í Vektarbúðini leygardagin 14. mars 2015. Opið er frá kl. 12 til 18.
Støkkið inn á gólvið, tá ið tað passar tykkum.

Vertirnir bjóða ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið,
Bússa frá Krabbameinsfelagnum stendur frammi, og gestirnir rinda fyri drekkamunnin eftir førimuni, og í trúnaði. Hvør króna ger mun.

Kl. 12.30 Jógvan Sigurd greiðir frá um sína krabbameinssjúkralegu
Kl. 14.00 Kirstin og Pauli framføra nakrar sangir
Kl. 16.00 Hilbert og Áki G. greiða frá um Team Rynkeby

Vinarliga fyrireikararnir
Siri, Súsanna og Maud