BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Grannastevna 20. februar 2013

15.02.2013

Við hesum verður boða frá, at grannastevna verður hildin á Kommunuskrivstovuni í Vestmanna

Fríggjadagin tann 15. februar 2013 kl. 17.00
OBS:    Útsett til Mikudagin tann 20. februar 2013 kl. 17:00

Til viðgerðar innlagt mál um:  Nýtt seyðamark.

Uppskot er um, at hagaparturin, Heimanfyri Dalarbroytir seyðamarkið til: Hálvt frá horni á vinstra oyra. og HEILT (onki mark) á høgra oyra.

Øll kunnu møta á grannastevnu, ið er almenn. Onnur mál kunnu eisini verða viðgjørd á grannastevnuni.

Fyri ein annan kann bert atkvøðast við skrivligari fulltrú, sum tvey vitnir skulu vátta. Um atkvøðugreiðslu annars, verður víst til ásetingarnar í grannastevnulógini nr. 170 frá 18. Mai 1937.

Streymoyar Sýsla  tann 18. december 2012             

Finnbogi Midjord
sýslumaður