BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Grind lagt beinini í Vestmanna

09.02.2011

Um trý-tíðina seinnapartin í dag, 9. febr. '11, varð ein grind funnin undir Vágalandinum.
Grindin varð rikin inn á Vestmanna, og gjørdi landgongd klokkan 16.32. Drápið gekk væl og vardi bara einar 6 minuttir.

Talan er um eina lítla grind, einar 40 hvalir. Grindin verður býtt í drápspartar.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at seðlarnir koma út um tíggju-tíðina í kvøld við Havnarskrivstovuna.

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)