BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Grind lagt beinini í Vestmanna

Seinnapartin legði ein lítil grind beinini í Vestmanna.

Hon er mett til einar hálvthundrað hval og Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at seðlarnir koma út niðri á bryggjuni umleið klokkan 22 í kvøld.

Grindin verður skift í drápspartar.

Drápið gekk hampililigt og tað vardi einar 16-18 minuttir. Orsøkin til, at tað ikki gekk betri, var, at grindin gjørdi landgongd á norðursíðuni, har tað er meiri grót og tað tarnaði drápinum.

Einir 10-15 hvalir sluppu og teir lótu teir fara.

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)