BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Grindaskeið

16.03.2015

Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðini verða á hesum støðum: 

Vestmanna:16. mars 2015, kl. 19.00 í miðhøllini í Vestmanna Skúla

Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.

Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:

Grindaskeið
§ 18  Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.

Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.

Nammco leiðbeining fyri avlíving av grindahvali

Kunngerð um grind

Blásturkrókur

Mønustingari