BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Gyklaskeið á Staðnum

28.11.2011

Droymir tú um at verða tann næsti Harry Potter, ella bara at duga nøkur gykl at vísa vinunum ella damunum?

Týskvøldið 29. november '11 kl. 20.00 verður eitt spennandi gyklaskeið á Staðnum.

Teir, sum koma at undirvísa, eru Ásbjørn Berthelsen og Rói Heinason.
Skeiðið varar í 1 tíma, og henda tíman læra tit fleiri ymisk gykl við kortum, myntum og øðrum.
Skeiðið er púra ókeypis. Kortini verður møguleiki at keypa eitt hefti við gyklafrágreiðingunum, kort og onnur aftaná.

Eftir skeiðið gykla Ásbjørn og Rói fyri og saman við teimum, sum eru til staðar.