BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Gypsy Train hava konsert á Staðnum

STÒR páskakonsert verður á Staðnum hóskvøldið 14. apríl '11 kl. 21 við heimskenda bólkinum í Føroyum Gipsy Train. Áðrenn teir byrja at spæla, hita Bára og og Jákup upp við nøkrum sangum.

Gipsy Train er nýstovnaður bólkur, ið er mannaður av unglingum úr bæði klassiska og rútmiska tónleikaumhvørvinum. Allir hava teir til felags at brenna fyri at spæla konsertir - at boða teirra boðskap út til alt og øll. Tónleikurin er ein blanding av sigoynaratónleiki og reinum rokki við íblástri frá ska og reggae. Framførslurnar hjá Gipsy Train eru sum eitt sigoynaratok. Tokið stendst av fleiri vognum við ymiskum nærliggjandi tónleikasjangrum, og koyrir fyri fullum blussi við reinari, karismatiskari og skitnari umpaorku sum brennievni! Evsta mál hjá bólkinum er at fáa áhoyraran upp úr stólinum, sleppa øllum teymum og sláa seg leysan og hava tað stuttligt.

Manningin í bólkinum er.
Bárður Næs (sang)
Rasmus Borðoy (sang og gittar)
Ólavur í Búrstovu (keyboard, klarinett, melodika og sang)
Vidar Dahl (trompet)
Ólavur á Skipagróti (bass)
Hans Andrias Gregoriussen (trummur)

Konsertin byrjar kl 21. og kostnaðurin er 50 kr.