BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Hagtøl fyri Vestmanna Bygdarráð fyri 2013

22.01.2014

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2013 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri.

Í 2013 vóru hildnir 11 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til allar fundirnar.

Í tveimum førum høvdu bygdarráðslimir givið avboð, og til báðar hesar fundirnar møtti varalimurin.

Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki.

Í 2013 vórðu 58 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 8 vórðu viðgjørd fyri afturlatnari hurð.

Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur 2 tímar 15 minuttir.

Hagtøl fyri uppmøting.