BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Hagtøl fyri Vestmanna Bygdarráð fyri 2014

28.01.2015

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2014 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri. 

Í 2014 vóru hildnir 14 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til 13 av fundurnum. 

Meðan ein bygdarráðslimur hevði farloyvi í tveir mánaðir, møtti 1. varalimur í hansara stað. Í fýra øðrum førum høvdu bygdarráðslimir givið avboð, og til tríggjar av hesar fundunum møtti varalimurin. 

Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki. 

Í 2014 vórðu 62 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 16 vórðu viðgjørd fyri afturlatnari hurð.

Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur 2 tímar 30 minuttir.

Hagtøl fyri 2014.