BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Hagtøl fyri Vestmanna Bygdarráð fyri 2015

27.01.2016


Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2015 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri. 

Í 2014 vóru hildnir 14 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til 10 av fundunum. Tað er væl minni enn í 2014, tá ið full uppmøting var til 13 av fundunum. 

Meðan ein bygdarráðslimur hevði farloyvi í hálvan triðja mánað, møtti 1. varalimur í hansara stað. Í 12 øðrum førum høvdu bygdarráðslimir givið avboð, og til 7av hesum fundunum møtti varalimurin. 

Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki. 

Í 2014 vórðu 34 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 8 vórðu viðgjørd fyri afturlatnari hurð.

Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur beint undir 2 tímar.

Hagtøl fyri 2015.