BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Hagtøl fyri Vestmanna Bygdarráð fyri 2016

19.12.2016


Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2016 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri. 

Í 2016 vóru hildnir 11 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til 8 av fundunum. Tað er á leið sama lutfalsliga uppmøting sum á fundunum í 2015.
Tá ið avboð kemur til at møta á bygdarráðsfundi, verða fundarboð givin til varalimin. Í 3 av 4 førum fekk varalimur møtt fyri bygdarráðslim. 

Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki. 

Í 2016 vórðu 40 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 2 vóru viðgjørd fyri afturlatnari hurð.

Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur beint oman fyri 2 tímar.

Hagtøl fyri 2016.