BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Hagtøl fyri Vestmanna Bygdarráð fyri 2017

04.01.2018

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2017 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri. 

Í 2017 vóru hildnir 17 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til allar fundirnar.
Tá ið avboð kemur til at møta á bygdarráðsfundi, verða boð givin til tiltakslimin. Í 2017 kom tað fyri 5 ferðir, at bygdarráðslimur ikki fekk møtt á bygdarráðsfundi. Hvørja ferð vóru tiltakslimir innkallaðir og teir játtaðu at møta.

Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki.
Í 2017 vóru 52 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 8 mál vóru viðgjørd fyri afturlatnari hurð.
Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur beint oman fyri 2 tímar.


Hagtøl fyri 2017.