BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Hanus G. og Jógvan Andrias - konsert í Vektarbúðini

29.05.2013

Mikukvøldið 5. juni kl 20 verður vektarbúðin í gamla handilsbygninginum hjá Niels hjá John fyri fyrstu ferð karmur um konsert.

Tað verða trubadurarnir Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen sum framføra.

Atgongumerki á 130 kr. verða  seld í forsølu á Kommunuskrivstovuni. Einans 50 atgongumerki verða seld, so tað ræður um at skunda sær.

---

Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen hittust á Kungalv í 1987 og hava teir havt konsertir ymsastaðni í Føroyum og í okkara grannalondum. Tá teir eru saman á palli, leggur tú serliga til merkis góðan tvíræddaðin sang.

Hanus G. Johansen
Hanus G. Johansen er ein høgt viðurkendur tónasmiður, tulkari og sangari.
Tá Hanus G. fekk Sømdargávu landsins í 2012 vóru grundgevingarnar hesar: Hanus G. Johansen rakar við sínum tulkingum av yrkingum hjá eitt nú skaldinum Poul F. Joensen beint inn í føroysku fólkasálina. Hann er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar.
Líknandi grundgeving var givin tá Hanus G. fekk Listavirðisløn Miðlahúsins í 2008.

Við síni serstøku rødd og evnum at tulka føroyskar og heimskendar yrkjarar hevur Hanus G. hugtikið bæði børn og vaksin í meira enn 40 ár.
Hanus G. Johansen hevur latið úr hondum 6 fløgur við egnum løgum til yrkingar hjá Poul F. Joensen, Hans Jákup Glerfoss, Tummas Napolion Djurhuus o.fl. Har aftur at er hann við á fleiri øðrum føroyskum og útlendskum tónleikaútgávum.

Jógvan Andrias Joensen
Jógvan Andrias Joensen er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann gekk á tónleikalinju í Kungalv í Svøríki í 1987.
Jógvan Andrias Hann eigur Ljós í myrkri, sum tey flestu kenna frá fyrstu fløguni hjá Amnesty frá 1991. Í 1999 gav Jógvan Andrias út fløguna Saman við tær av hesi fløgu var Til at liva við á savnandi fløguni Fólk/ Ethnic, sum Tutl gav út í 2000. Jógvan Andrias eigur eisini sangin Leikum fagurt á fløguni sum Bláa Bylgja gav út í 2009.

***
Myndaeigari: Eyðun Klakstein