BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Haruhagarnir seldir

01.11.2006

Haruhagarnir í Vestmanna vórðu, sum vanligt, seldir seinasta sunnudag fyri 1. november – í hesum førinum sunnudagin 29. oktober.

 

Tað, sum ikki var vanligt í hesum førinum, var, at haruhagarnir ikki vórðu seldir á Rógvugarði, men á Byrgisvegi hjá Eydnu á Rógvi Simonsen, sum hevur yvirtikið uppboðssøluna eftir faðirin Regin.

 

 

1. november er sambart álmannakkanum fyrsti dagur, loyvt er at skjóta haru, men í Vestmanna hevur fyrsti dagur altíð verið 2. november!

 

 

Haruhagarnir vórðu seldir fyri hesar upphæddir:

 

Líðin (minsta boða var 4.000 kr)                           4.100 kr

 

Fjallið                                                                 26.000 kr

 

Brekkurnar                                                            8.500 kr

 

Norðurnesið                                                         12.000 kr

 

Heimanfyri í Dølum (minsta boð var 5.000 kr)       19.000 kr

 

Eystanfyri í Dølum (minsta boð var 5.000 kr)        16.000 kr

 

Heimi í Haga á Bjørgum – norðan                         12.500 kr

 

Heimi í Haga á Bjørgum – heimari                           8.100 kr

 

 

Úti í Haga á Bjørgum varð seldur undirhonds fyri 20.000 kr um árið næstu 3 árini, og í Reyninum hava eigarar og festarar rættin til at skjóta.