BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Hátíðarhald á Fiskivinnuskúlanum

Mánadagin 23. februar kl. 15.00 verður hátíðarhald á nýggja Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, og í hesum sambandi verður almenn móttøka á skúlanum.

Á hátíðarhaldinum fer Oyvindur Brimnes, stjóri fyri Landsverk at handa Helenu Dam á  Neystabø nýggja skúlan. Hesi fara at halda røðu: Jákup Andreasen, skúlastjóri, Karl A. Olsen, bygdaráðsformaður í Vestmanna og Heidi Poulsen frá MAP-arkitektum.

Vestmanna Sangkór og Martin Joensen fara at syngja og spæla í sambandi við hátíðarhaldið, og høvið verður at síggja nýggja skúlan.