BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Havhestaleivdir og hegnstuldur

Vit skriva 2009.....

Vit skriva 2009 og skjótt 2010, og kortini er tað onkur, sum ikki dugir sær hógv, tá tað um burturkast umræður.

Sum viðløgdu myndir vísa, er tað framvegis onkur, ið heldur, at økið Úti á Berg er eitt ruskpláss, og at viðkomandi tí kann loyva sær at koyra leivdir frá royttum og skrædlaðum havhesti á økið, hóast tað á skelti stendur klárt og týðuliga, at “tað er ikki loyvt at seta burturkast og annað órudd frá sær á hesum øki” – men kanska dugir viðkomandi ikki at lesa!

Kommunan hevur eina góða skipan til burturbeining av burturkasti – eisini leivdum frá havhesti - nevniliga bingjuplássið á Grønanesi. Og tað mátti alt annað líka verið høgligari at kunna koyra bilin heilt til eina av bingjunum á bingjuplássinum, og síðani at taka havhestaleivdirnar úr bilinum og koyra tær beinleiðis í bingjuna, heldur enn at koyra út á Berg og síðani at bera posarnar við leivdunum eitt fitt strekki fyri at sleppa av við teir.

 

 

Stuldur

Tað er ikki bert í samband við burturbeining av havhestaleivdum, at tað er onkur, sum ikki dugir sær hógv!

Arbeiðsmenn hjá kommununi eru í ferð við at hegna rundan um viðarlundina, og í hesum sambandi hava nakrar hegnrullur ligið við arbeiðsøkið – ein rulla lá á Fjalsvegi og ein lá á bakkanum oman ímóti Hallarvegi.

Rullan, sum lá við Hallarveg, er stolin, ímeðan partur av rulluni, sum lá á Fjalsvegi er stolin. Tá sagt verður, at partur av rulluni, sum lá á Fjalsvegi er stolin, so ljóðar hetta helst løgið. Men ein hvítur ella ljósur vøruvognur er sæddur at steðga, har rullan lá, ímillum kl. 9.30 og 10 fríggjamorgunin 9. oktober. Aftaná tað var rullan burtur, men seinni er partur av rulluni afturlagdur, tvs., tá viðkomandi hevði tikið sær tað burturav, sum brúk var fyri!

Nú vóna vit ikki, at hetta gerst vanligur skikkur, og vit fara á henda hátt at heita á viðkomandi persónar, sum hava stolið hegnið, um at lata kommununi tað aftur!