BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Havhestaungar

31.08.2012

Fleiri fólk hava boðað kommununi frá, at hevhestaungar verða hagreiddir millum hús og í bilhúsum. Fólk spyrja, um hetta er loyvt, tí fjarðar, svidnaroykur og óhumska eru til ampa hjá grannum og øðrum, sum koma framvið. Tey vísa á, at gamla siðvenjan var, at havhestaungar vórðu hagreiddir í neystunum ella í skúrum á havnarøkinum, og at teir í mongum førum enntá vórðu saltaðir í neystinum.

Vestmanna Kommuna hevur spurt sýslumannin um málið, hann sigur, at onki beinleiðis forboð er ímóti at hagreiða havhestaungar aðrastaðni enn í neysta- og havnarøki. Men hann sigur eisini, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannar møguleikan at gera kunngerð, har ásetingar vera um hagreiðing av havhestaungum.

Vestmanna Kommuna heitir á øll, sum taka havhestaungar, um at halda fast við, ikki at taka havhestaungarnar til hús, fyrr enn teir skulu í frystiboksina ella í kaggan. Fjarðar, innvølir o.a. eiga heldur ikki at verða tiknir til hús, men at verða burturbeindir skjótast gjørligt.