Havið tók teir á Bryggjuni

02.12.2011

Leygarkvøldið 17. desember '11, klokkan 19 til 20 verður áhugaverd framløga á Bryggjuni.

Óli Jacobsen kemur at hava eina framløgu um bók sína 'Havið tók teir'. Bókin er um syrgiligar sjómanslagnur, og lagnurnar hjá teirra avvarðandi, árini 1919-1957. Í bókini hoyra vit m.a. um Neptum, Doru, Stella Argus og Queen Victoriu.
Tiltakið er ókeypis.

Bókin verður hetta kvøldið seld til serprís.

John Dam skipar fyri tiltakinum.