BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Havnin

Søguligt

Vestmanna verður vanliga hildin at vera tryggasta akkersplássið í Føroyum. Jens Christian Svabo sigur í ferðafrásøgn síni "Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782" at Vestmanna "kan ansees for den bedste Havn i Landet".

Havnin er útbygd fleiri ferðir, tó mest í smáum hvørja ferð. Í høvuðsheitum hevur talan verið um útbyggingar á Heyganesi. Men frá 1979 til 1983 varð nýtt havnarlag gjørt vestanfyri Heyganes við verjugarði á Grønanesi. Við hesi útbygging øktist atløguplássið munandi.
Seinni er bátahylur gjørdur til 90 bátar.