BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Hegn og garðar í seyðahøgum standi

04.05.2016

Hegnsýnsinevndin og Vestmanna Kommuna skulu minna á, at garðarnir skulu vera í seyðahøgum standi í seinasta lagi tann 14. mai.

Hegnsýnisnevndin sendir í hesum døgum skriv út til tey, sum hava hegnskyldu. Í skrivinum verður boðað frá, at Hegnsýnisnevndin fer at sýna hegn og garðar tann 16. mai, og um okkurt hegn ella garður ikki eru í seyðahøgum standi henda dag, verða hegnið/garðurin uttan aðra ávaring gjørt fyri eigarans rokning.

Eru spurningar hesum viðvíkjandi, eru garðseigararnir vælkomnir at seta seg í samband við nevndina á tlf. 724241.