Røðan, sum Heidi Petersen helt, tá jólatræið í Vestmanna varð tendrað

Nú birtast túsund jólaljós.

Røða hildin, tá jólatræið varð tendrað í Vestmanna 8. desember 2007.

 

 

 

 

 

Nú birtast túsund jólaljós
Í hesi myrku stund.
Og túsund onnur glógva nú,
Á himna bláu grund.

Góðu Vestmenningar, bygdarfólk, gestir og vinir, stór og smá.

At kunna savnast saman í frið og náðum um jólatræið ein frálíkan vetrardag her í bygd okkara, er ikki bara nakað, vit gera sum ein sjálvfylgja, men tað er nakað, vit gera við æru og við eymýkd.

Eymýkd yvirfyri tí vælsignilsi vit hava í landi okkara, at kunna liva saman í friði og náðum,  at kunna liva saman í friði og náðum við øllum okkara ymiskleikum, liva saman við øllum okkara  styrkjum og veikleikum, og kenna okkum sum eina eind í sorg og gleði.

Tað er ein ófatilig styrki í okkara samfelagi, at vit eru so tætt uppá hvør annan, at vit alla tíðina vita av hvørjum øðrum, kunna hjálpa hvørjum øðrum og eisini kenna, at vit hoyra til og eru ein partur av eini størri eind.

Men henda styrki og hesin tættleiki í okkara lítla samfelagið áleggur okkum eisini eina felags skyldu yvirfyri tí lítla bygdarsamfelagi, vit liva  í. Eina skyldu til eisini at hava eygu fyri og lata lítla samfelagið upp fyri okkara medborgarum, sum koma aðrastaðni frá.

Í okkara lítla samfelagi eru vit vælsignaði við borgarum úr øllum heimsins heraðshornum, og tað kennist sum eitt uppaftur størri vælsignilsi, at vit øll í felag kunnu standa saman lið við lið og gleðast um tey virði, vit savnast um í dag.

Eg haldi, at vit við takksemi og eyðmýkd, øll í felag kunnu taka hendur saman um træið, frøast um ljósið og tey virði, sum tey eru ímynd av og í felag syngja:
Og yvir bý og land í kvøld
Fer jólaboð av stað,
At føddur Harrin Kristus er.
Tí eru vit so glað.

Ein lítil søga sigur okkum frá, at einaferð var ein kongur, sum droymdi ein dreym. Hann sá eitt træ, og í trænum sat ein fuglur og læt eitt so vakurt ljóð.
Dagin eftir sendi kongur boð eftir fuglamanninum og bað hann fanga sær fuglin.
Fuglamaðurin tók floytu sína og fuglanetið og fór út í urtagarðin og floytaði sum ein kvørkveggja við floytu síni.
Tá kvørkveggjan fleyg framvið, fangaði maðurin hana í netinum, setti hana í búr og bar kongi. Men kongurin var ikki nøgdur við ljóðið.
Næsta dagin fór fuglamaðurin út í garðin við floytuni og fuglanetinum og lat sum ein mortítlingur við floytu síni.
Tá mortítlingurin fleyg framvið fangaði maðurin hann í netinum, setti hann í búr og bar kongi. Men heldur ikki hesaferð var kongurin nøgdur við ljóðið.
Triðja dagin fór fuglamaðurin út í garðin við floytuni og fuglanetinum og lat sum ein náttargali við floytu síni.
Tá náttargalin fleyg framvið fangaði maðurin hann í netinum, setti hann í búr og bar kongi.
Men kongurin var enn ikki nøgdur við ljóðið.
Nú visti fuglamaðurin ongi ráð, fór út í garðin og settist at spæla uppá floytu sína sítt egna lag, og hann spældi so vakurt sum ongantíð fyrr.
Kongurin hoyrdi lagið gjøgnum tað opna vindeyga. Hann rópti við, hatta er lagið, hatta er lagið eg hoyrdi í dreyminum. Og í tí sama sendi hann boð eftir fuglamanninum og spurdi, hvar fuglurin var. Men fuglamaðurin segði at har var eingin fuglur, bara hansara egna lag.
Kongurin hoyrdi lagið einaferð afturat og var so glaður at hann gjørdi veitslu og gav fuglamanninim og øllum fuglunum frælsi aftur.

Henda lítla søga sigur okkum, at vit ikki kunnu búra nakað virðismikið inni og eiga tað. Vit hava ongan rætt at taka harradømi yvir einum øðrum, hvørki ítøkiligt við at búra inni, ella mentunarligt við at siga, at einans okkara egna er tað rætta.

Men einans við virðing og tolsemi millum manna kunna vit liva eitt virðiligt lív her hjá okkum og í øllum heiminum. Mín vón er, at tað tolsemið yvirfyri hvørjum øðrum sum menniskju, sum var og er grundarsteinurin undir okkara mentan, kemur at sigra her hjá okkum, og at tær kreftir sum royna at køva tann tolna hugburðin hjá okkum, ein dag skulu síggja, at tað ikki er við til at uppbyggja hetta landið, men bara er við til at sáa skilnað og misálit millum fólk okkara.

Í hesum tíðum, har heimurin rennur út í eitt, áliggur okkum eisini ein størri ábyrgd yvirfyri okkara medborgarum um alla klótuna. Ábyrgdin fyri umhvørvinum, og at minnast til hvussu vit fara við umhvørvinum, at tað ikki einans hevur ávirkan á tað lokala samfelagið her í Vestmanna og her í Føroyum, men í líka stóran mun hevur ávirkan á tað globala samfelagið, hjá grannalondunum vit deila havstreymar við, og øllum hinum heimsins londum vit deila veður og vind við, hita og kulda, regn og storm, orkanir og vatnflóðir.

Hetta liggur eisini í okkara hondum at taka altjóða ábyrgd av. Og vit eiga at minnast til, at alt ger mun, einans við at vit sum einstaklingar geva okkum far um hvussu vit fara við umhvørvinum og taka ábyrgd, einans á tann hátt kunnu vit vera við at broyta umstøðurnar.

So mín vón er, at vit eina løtu sum hesa, nú vit tendra jólatræið, um jólini og í komandi tíðum við eyðmýkd, bæði kunna frøast, vera tolin og taka ábyrgd av, hvussu vit fara við hvørjum øðrum og náttúruni her hjá okkum og líka týdningarmikið, hvussu vit fara við okkara medborgarum úr øllum heiminum og tí umhvørvi, sum ikki einans er okkara men heimsins.

Og  at vit í sátt og semju kunnu taka hvønn annan í hondina, ganga runt um jólatræði, ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól og í felag syngja:

Tú, stjørna yvir Betlehem,
Á, lat títt milda ljós
Nú lýsa inn við frið og vón
Í vára heim og hús.

Í hvørt eitt hjarta tungt og myrkt,
Tín glæma lýsi blíð,
Ein glæma av Guds kærleiks lind,
Í hesi jólatíð.

Við ynski um eini gleðilig jól, øll somul.

HP