BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Heilsufrøðingur

 

Í Vestmanna er Irdi Herálvsdóttir Nónklett heilsufrøðingur hjá bæði pinkubørnum (0-18 mðr) og skúlabørnum og ungum.
Irdi kann hittast á tlf. nr. 562396 ella á telduposti irdin(a)gigni.fo
Hølini hjá heilsufrøðinginum eru í Garðatúni 12.

Skúlabørn og ung

Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.

Heilsufrøðingurin skal bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlunum.

Pinkubørn (0 - 18 mðr)

So skjótt sum møguligt aftaná at mamman og barnið eru útskrivað, setur heilsufrøðingurin seg í samband við heimið og avtalar eina vitjan. Síðan verður bjóðað familjuni 7-8 vitjanir, fleiri ella færri alt eftir tørvi.

Allir heilsufrøðingarnir hava telefonviðtalu, so møguleiki er at ringja og fáa ráðgeving ella at avtala eyka vitjan.
Heilsufrøðingarnir byrja mammubólkar, tá ið børnini eru 1-3 mánaðir gomul, og royna at skipa tað soleiðis, at allar mammur fáa tilboð um at vera við. Heilsufrøðingurin er við tær fyrstu ferðirnar.

Til ber at fáa kunning um tænastuna frá heilsufrøðinginum á heimasíðuni www.gigni.fo