BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Heimasíða

02.03.2006

www.vestmanna.fo verður væl vitja og hetta eru vit sera væl nøgd við. Vit royna at dagføra so dúgligt sum møguligt, og hetta ber óivað ávøkst við sær, sambært hagtølum okkara fyri síðuna.

 

Síðan august 2005, tá ið tann gamla síðan varð sløkt, hava meira enn 13.000 vitjanir verið á síðuni. Og hetta er sera gott, tá ið man hugsar um stødd á kommunumi og fólkatalið í Vestmanna.

 

Tølini siga okkum, at tað loysir seg væl at brúka síðuna sum kunningar- og tíðindasíðu. Síðan verður eisini javnan endurgivin í dagbløðunum, og tað er gleðiligt. Ætlanir eru um at fáa egið vevkamera knýtt at síðuni í næstum.

 

Vitjaninar eru nú komnar upp ímóti 2500 um mánaðin.