BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Heimasíðan nýtt snið

18.01.2012

Heimasíðan hjá Vestmanna Kommunu hevur fingið nýtt snið.

Orsøkin til broytingina er, at vit vilja gera heimasíðuna enn lættari at brúka, tí vit ætla at brúka heimasíðuna í enn størri mun sum kunningar- og samskiftismiðil. Innihaldið er í stóran mun hitt sama, men eitt sindur økt. Vit fara seinni at gera enn fleiri dagføringar.

Ein ætlan er, at kalendarin á heimasíðuni (ið sæst til høgru á síðuni) gerst eitt hent amboð, sum kunnar um flestu tiltøk í kommununi. Vit heita tí á øll, sum skipa fyri tiltøkum, at seta seg í samband við okkum á vestmanna@vestmanna.fo, so at tykkara tiltak kann verða lýst í kalendaranum.

Vit vóna, at vestmenningar og onnur vitjandi verða nøgd við nýggju heimasíðuna; um tit hava viðmerkingar ella hugskot høvdu vit verið fegin, um tit senda hesi til vestmanna@vestmanna.fo.