BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Heimatænastan í VEKS hevur skipað seg

10.07.2014

Stýrið fyri Heimatænastuna í VEKS – sum er Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur – hevur nú skipað seg. 

Á fyrsta stýrisfundi hjá Heimatænastuni í VEKS, sum var hildin í Vestmanna í gjár, skipaði stýrið seg við Heðin Zachariasen sum formanni og Paula T Petersen sum næstformanni. 

Stýrið fyri Heimatænastuna í VEKS er mannað soleiðis:

• Heiðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, formaður
• Pauli T. Petersen, borgarstjóra í Vestmanna kommunu, næstformaður
• Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu
• Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu
• Trygvi K. Joensen, Sunda kommuna
• Asbjørn J. Djurhuus, Sunda kommuna
• Herit Magnussen, Vestmanna kommuna 

Á fyrsta fundinum var eitt mál á skránni og tað var at søkja eftir leiðara til Heimatænastuna í VEKS.