BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Heimatænastan í VEKS skipar fyri búmerkjakapping

06.10.2015


Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldraøkið ímillum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar og Sunda kommunu. Til ber at lesa um virksemi samstarvsins á heimasíðu okkara www.veks.fo. 

VEKS fer við hesum at útskriva eina búmerkjakapping. Ynskiligt er at fáa eitt búmerki sum á ein ella annan einklan hátt avspeglar virksemi, umframt tær 4 kommunurnar í samstarvinum. 

Búmerkið verður sjónligt í øllum samskifti hjá samstarvinum, tað veri seg á pappíri, skelting, netmiðlum, teldupostsamskifti v.m. 

Uppskot skal vera í støddini A4. Navn, telefonnummar, búðstaður og teldupostbústaður skal skrivast á skjal fyri seg og leggjast í A5-brævbjálva, sum síðan skal latast aftur, og leggjast í ein A4 brævbjálva saman við sjálvum uppskotinum til búmkerki. Hesin brævbjálvin skal sendast til: 

Heimatænastan í VEKS
Postboks 118
355  Vestmanna
Merkið: “Búmerkjakapping” 

Uppskotini skulu vera Heimatænastuni í VEKS í hendi seinasta lagi 20. november 2015.
Vinnandi uppskotið fær eina virðisløn á kr. 10.000. 

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til, frítt at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella onki at velja. 

Dómsnevndin er samansett av fólki við listarligari, grafiskari og politiskari bakgrund.