BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Heimavirkisfelag verður stovnað

08.07.2014

 

Mikukvøldið 9. juli kl. 20 verður Norðstreymoyar Heimavirkisfelag stovnað.
Stovnandi aðalfundur hjá nýggja felagnum verður í Vektarbúðini.

Mong eru í Vestmanna og økinum her um leiðir, sum virka vøru av góðari góðsku, men higartil hevur møguleiki einans verið at selt vøruna til árligu jólasøluna í bygdini. Við stovnanini av Norðstreymoyar Heimavirkisfelag verður høvi at selja heimavirkaða vøru í Vestmanna árið runt, sum limir felagsins lata inn, tað vil siga, at limirnir eiga hesar lutir, inntil teir eru seldir.

Stigtakararnir siga, at talan er um eitt trivnaðar- og mentanarligt átak, sum skal vera trivnaðinum í bygdini at frama. Sáttmálið er gjørdur um at leiga íbúðina og handilin hjá Niels hjá John. Ætlanin er at hava café í íbúðini og at selja heimavirkaða vøru í gamla handlinum.

Øll kunnu gerast limir í felagnum, og stigtakararnir vóna eisini, at áhugi er millum limirnar at passa handilin og café’ina, so at hetta tiltakið verður veruleiki.

Norðstreymoyar Heimavirkisfelag er áhugafelag burturav, tvs. at alt arbeiði verður gjørt sjálvboðið og ólønt.

Stigtakararnir vóna, at nógv fólk koma á fundin í annaðkvøld.