BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Høli til lesandi á jólum

03.12.2015

Lesandi, sum koma heim til Vestmanna í jólafrí, kunnu ókeypis brúka hølir í Vestmanna Skúla í samband við lesnaðin.

Tá ið feriur eru, hava lesandi ofta uppgávur fyri ella skulu fyrireika seg til próvtøku, og tey hava tí tørv á at sita í friði og náðum fyri at arbeiða við hesum.
Vestmanna Kommuna bjóðar tí teimum lesandi at brúka hølir í Vestmanna Skúla í sambandi við lesnaðin.

Tey, sum hava tørv á at brúka hølini í Vestmanna Skúla í jólafrítíðini, kunnu venda sær til umsjónarmannin, sum svarar á tlf. 770 195.

Henda tænasta til tey lesandi hevur verið boðin út síðani á sumri í fjør, og í hvørjari frítíð síðani eru tað fleiri, sum hava brúkt tænastuna.