Hugnakvøld fyri bindiáhugaðum

11.10.2012

Hugnakvøld fyri bindiáhugaðum verður í Róðrarneystinum í Vestmanna fríggjakvøldið 26. oktobur 2012 kl. 20.00

Kaffi/te og okkurt afturvið er ókeypis.
Lutaseðlasøla við flogferð sum høvuðsvinning.
20 ára aldursmark, og avmarkað luttøka.
Einans kontant søla.
100,- kr pr. persón

Bindibúðin ”Tova” í Klaksvík kemur við bundnum modellum, garni, uppskriftum, stokkum og annað til binding.

JP Prýði á Skála kemur at vísa fram og selja smykkur. Tit kunnu síggja úrvali á facebook profilinum JP Prýði.

Kom og hugna tær saman við øðrum kvinnum :-)

Tilmelding hjá Sigbritt Friis á tlf. 724008 innan 18. oktobur.

VÍF stuðlar