Hús Inni á Fjørð til sølu

Um hóskandi boð fæst, verða sethúsini á Ovara Vegi 50, matr. nr. 278i seld.

Húsini eru bygd í 1977, og eru uml. 200 m2. 1/3 av kjallaranum er innrættaður. Grundøkið er 1.580 m2.
Í veghæddini er inngongd, gongd, gestawc, køkur, stór stova, 2 kømur (upprunaliga 4), ein onnur inngongd er eisini har til ber at hava vásakøk. Í kjallaranum eru tvey rúm innrættað.

Seinastu 8 árini hava húsini verið brúkt til dagstovn. Í tí sambandi eru húsini umbygd nakað innan.

Ynskir tú at síggja ognina ella fáa meira at vita um hana, kanst tú venda tær til Vestmanna Kommunu á telefon 770 100 ella við at senda teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.

Boðgeving
Ynskir tú at geva eitt boð uppá ognina, skal tað gerast skrivliga á eitt bindandi boðskjal fyri at vera galdandi. Við boðnum skal fylgja ein váttan frá peningastovni um fígging. Boðið skal standa við í minst 48 tímar arbeiðsdagar.
Gev gætur, at eitt útfylt og undirskrivað boðskjal er ein bindandi keypssáttmáli, og at einans boð, ið verða skrivað á eitt boðskjal og latin okkum saman við váttan um fígging frá fíggingarstovni, eru galdandi. 

Yvirtøkudagurin verður avtalaður partanna millum, men verður fyrsta lagi 1. juni 2011.

Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
355  Vestmanna