BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Hús seld

06.05.2011

Vestmanna Kommuna hevur selt ognina matr. nr. 278i, talan er um húsini, har frítíðarstovan er.

Ávísur áhugi var í ognini, men bert tvey boð komu. Orsøkin, til at boðini ikki vóru fleiri, er helst, at fyrsta boðið var so mikið høgt, at onkur valdi ikki at bjóða. Bygdarráðið tók undir við at selja ognina fyri 900.000 kr. Kommunan heldur hetta vera eitt hóskandi boð, tí ávísar ábøtur mugu gerast á húsini; harumframt mugu tey helst innrættast av nýggjum, um tey skulu nýtast til sethús.

Frítíðarstovan verður eftir summarfrítíðina fyribils í Látipípuni í Heygalíð saman við Útibarnagarðinum.