Hvat skal sendast saman við umsókn um byggiloyvi?

Tekningar saman við skrivligari umsókn um byggiloyvi

 

Sethús og bygningar:
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.

Støðumynd, ikki minni enn 1:500.
Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lag 1:100.
Tvørskurðir, í minsta lagi 1:50 við tilfarslýsing.
Tekning av øllum útsíðunum, í minsta lag 1:100.
Kloakkplanur 1:100.

Byggivaldið kann krevja planeringstekning, um hetta verður mett at verða neyðugt. Støddin á hesari skal verða í minsta lagi 1:100. Hendan skal vísa hvar avgrevstur verður og hvar sjálv planeringin kemur at verða.

 

Skúrar:
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.

Støðumynd við mátum og plasering.
Tvørskurður í minsta lag 1: 100. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.

Tekningarnar nýtast ikki at vera teknaðar av lærdum fólki, um ein heldur seg vera føran fyri at gera tað sjálvur/sjálv.

Bilhús/bilskýli:
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.

Støðumynd við mátum og plasering.
Tekning av øllum útsíðunum, í minsta lag 1:100.
Tvørskurður í minsta lag 1: 100. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á
.

Tekningarnar nýtast ikki at vera teknaðar av lærdum fólki, um ein heldur seg vera føran fyri at gera tað sjálvur/sjálv.

Umbygging:
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.

Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lagi 1:100, gomlu og nýggju tekningarnar. Við øllum aktuellum mátum.
Tvørskurður, í minsta lag 1: 50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á
.

Uppíbygging:
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.

Støðumynd, ikki minni enn 1:500
Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lagi 1:100, gomlu og nýggju tekningarnar.
Tvørskurðir, í minsta lagi 1:50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.

Kvistar:
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.

Tekning av øllum aktuellum útsíðunum, í minsta lag 1:100. Við øllum aktuellum mátum á.
Tvørskurður, í minsta lag 1: 50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á