BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Hvítusunnustevna 2012, 25. – 28. mei í Ítróttarhøllini í Vestmanna

25.05.2012

Tíðindaskriv:

Aftur í ár skipa hvítusunnusamkomurnar í Føroyum fyri hvítusunnustevnu. Hetta er afturvendandi tiltak, men stevnan verður hildin á ymiskum plássum.  Í fjør var stevnan hildin í Dansifrøði í Havn, og vóru karmarnir sera góðir. Stevnan hevur 2 ferðir áður nýtt Ítróttarhøllina í Vestmanna, og fyrireikararnir siga at, at høllin er sera vælegna til slíkt tiltak.

Eins og undanfarin ár, verða tað heimligar kreftir, sum mynda stevnuna, og talaralistin eru persónar, sum eru í leiðslunum í hvítusunnusamkomunum.

Stevnan byrjar við nátturða fríggjakvøldið kl. 18.00 og fyrsta møti verður kl. 20.00.

Leygardagurin er avsettur til tvey sertiltøk. Annað er barnatiltak, sum byrjar kl. 16.00, har børn úr Vestmanna fara at spæla violin, ein leikur um Nóa og ørkina verður framførdur og børn úr Evangeliihúsinum og barnakórið Zmartiez úr Filadelfia syngja. Eisini verður ábit. Hitt tiltakið er á fjarðasandi og byrjar tað kl. 19.00. Har verður hugni og skemt s.s. posarenning og togtugan, og felagssangur, har fosturlandssangir og andaligar sangperlur verða sungnar rundan um bál.

Hvítusunnudag verður møti kl. 11.00 og kl. 18.00 og tað vælkenda “Syngið við”-møti verður kl. 21.00. 2. Hvítusunnudag verður møti kl. 11.00 og er hetta seinasta møti í stevnuni.

Fyrireikararnir av stevnuni eru: Betania í Skopun, Evangeliihúsið, Filadelfia, Hvítusunnusamkoman allar í Havn og Saron í Vestmanna.

Sí skránna her.