BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Í Ásmundarskorð eftir hornaseyði

Nú bløðini á trøunum so smátt eru byrjað at gulna og kalda heystarveðrið kennist í luftini, hava vit bíða eftir turrveðri og kyrru at sleppa í Ásmundarskorð eftir seyðinum, ið vit sum kunnugt sleptu har tíðliga í summar.

Mánakvøldið 8. september lá fyri, og boð vóru givin. Bjarki Skúvadal bjóðaði seg at sigla okkum, við Barbaru, eystur á Múlagjógv. Veðrið og kyrran vóru okkum tilvildar hetta kvøldið, og tað gekk væl bæði at sleppa í land og at koma umborð á Barbaru aftur. Vit hava havt illgruna um, at ein seyður er blivin burtur í summar, og komnir upp í skorðina fingu vit hetta staðfest, hesuferð var tað John Martin, ið var so óheppin at missa sín seyð. Hetta er ein vandi við at sleppa seyði í brattlendi.

Vit eru tó við gott mót og væntandi verður seyður at síggja aftur í Ásmundarskor næsta summar.